Búmerkið hjá felagnum

Samleiki.

Missión

Okkara mál er at veita allar tænastur í samband við byggiuppgávur bæði hjá tí almenna, stovnum og fyritøkum umframt privatum.

Har tað er neyðugt vilja vit verða okkara kundum til hjálpar við at standa fyri allari byggiuppgávuni frá ætlan til at gera ætlan til veruleika og at standan fyri verkætlanarsamskipan við allar veitarar til uppgávuna.

Vit byggja í Føroyum til føroyska brúkaran og til serstaka føroyska veðurlagið.

 

Visjón

Okkara visjón er at vera ein heildarveitari at byggitænastum bæði stórum og smáum til kundar í Føroyum.

Okkara aðalmál er altíð at byggja til tín og gera tína æltan til veruleika til ásettan prís og ásetta tíð.

 

Virðir

Vit leggja stóran dent á at:

- vera ein álítandi samstarvsfelagi

- at seta dygd og trygd í hásæti

- at allar arbeiðsuppgávur verða væl úr hondum avgreiddar

- at byggja til tín, til prísin og til ásettu tíðina

-at vera eitt gott arbeiðspláss við vælskipaðum viðurskiftum á allan hátt

 

Málbólkur

- almennin myndugleikar

- almennir stovnar

- ítróttar- og samkomuhús

- kirkjur, missiónshús og salar

- vinnubygningar og skrivstovur

- íbúðir, sethús og onnur privat hús