Umvælingar.
Tá talan er um eina umvæling umfatar hetta altíð meir enn tað sum sæst við eygunum. Við okkara royndum á hesum øki kunnu vit vegleiða og rágeva tykkum, so rætta loysnin verður vald, samstundis sum váðar við projektinum verða avdekkaðir.
Ein umvæling ella tryggingarskaði kunnu lættliga kosta nógv meir enn mett, verður ikki rætt borið at frá fyrsta degi. Hetta vita vit, og taka vit okkum tí vanliga ofta av øllum samskifti við málsviðgerða, sýnsmann og kunda í samband við tryggingarskaðar.