Søk starv.
Ágóðar við starvinum.
Kappingarfør løn
Vit kappast ikki um løn, men geva eina kappingarføra løn, ið fult út samsvarar við tínar førleikar og krøv.
Vit leggja stóra áherðslu á at tú hevur eitt trygt og gott arbeiðspláss, har okkara aðalmál er at hava eitt sera dugnaligt starvsfólkalið við góðum førtleikum og drúgvum royndum.
Frí arbeiðsklæðir
Frí arbeiðsklæði er ein partur av tí sum vit veita til allar okkara handverkarar. Vit leggja stóran dent á at vera sjónligir, professionellir og jaligir alla staðni har vit koma í arbeiðsbúna.
Gott arbeiðsumhvørvi
Við meir enn 25 ár á marknaðinum hava vit prógvað at vit seta eitt gott arbeiðsumhvørji sera høgt. Hjá okkum er tað royndir, sum vit gera til okkara orð.
Møguleikar fyri fakligari menning
Okkara trygd er at hava eitt starvslið, ið hevur neyðugu og dagførdu førleikarnar, ið svara til dagsins og framtíðarinnar krøv. Vit leggja tí stóran dent á at øll okkara starvsfólk alla tíðina menna seg fakliga, og vit skapa møguleikar til tess.
Fjølbroyttir arbeiðsdagar
Hjá okkum eru sjálvdan tveir dagar eins. Við at átaka okkum arbeiðsuppgávur av ymiskum slagi, tryggja vit okkum at eingin verður troyttaður av endurtakandi og einstáttaðum arbeiði.