Søgan.
TN Bygging er ein roynd byggifyritøka við høvuðssæti á Glyvrum, ið veitir heildarloysnir innan bygging og tekniska ráðgeving. Vit átaka okkum bæði størri og minni uppgávur innan betong-, timbur- og snikkaraarbeiði. Sum umboð fyri DEKO í Føroyum bjóða vit eisini glasveggir av høgari góðsku.
TN Bygging Sp/f varð stovnað í 2001 av Torben Nielsen, stjóra, sum hevur drúgvar royndir innan byggivinnuna. Undir leiðslu hansara hevur TN Bygging ment seg til eina álítandi byggifyritøku, ið leggur dent á trygd, góðsku og kundanøgdsemi. Vit ynskja at fullføra tað, sum vit fara undir, og gevast ikki fyrr enn málið er loyst til lítar.
Okkara toymi av royndum handverkarum og ráðgevum arbeiðir tætt saman við kundum fyri at tryggja, at øll krøv og ynski verða gingin á møti. Vit fylgja við nýggjastu tøkni og arbeiðshættum í byggivinnuni fyri at veita dygdargóðar og tíðarhóskandi loysnir.
Við drúgvum royndum og høgari góðsku tryggja vit, at tínar byggiverkætlanir verða framdar við nærlagni og yrkisdygd.
TN Bygging er tí altíð eitt gott val, tá talan er um eina byggiuppgávu, ið skal loysast skjótt og væl.