"Tá vit skuldu byggja okkara heim valdu vit at nýta TN Bygging til hesa uppgávu. At tað var tað besta valið, kann eg staðfesta nú 15 ár eftir at vit fluttu inn. TN Bygging avgreiddi allar tekningar, samskifti um byggiloyvi og hevði um hendi samskipan av øllum uppgávum í samband við byggingina. Vit fingu júst tey hús við ætlaðu okkum, og tíðin hevur víst, at tey hava staðið sína roynd tá ræður um tilfarsval og trygd. At hava ein veitara í nærumhvørvinum er ein tryggleiki, og hevur TN Bygging seinastu árini gjørt fleiri aðrar uppgávur fyri meg.
Eg kann tí uttan nakað fyrivarni á allan hátt viðmæla TN Bygging sum byggifyritøku og heildarveitara."