STARVSFÓLKATÚRUR 2025 - Norðoyggjar við Ribbáti.
Útferð til Fugloy og Svínoy 20.06.2025
Stutt ferðafrásøgn:
Øll starvsfólkini møttu á skrivstovuni hjá TN Bygging kl. 07:00 til morgunmat, og Niels Weihe varð hátíðarhildin á sínum 25 ára starvsdegi við einum blómutyssi og einum málningi, eftir Sonju Ingolfsdóttir Jacobsen.
Kl. 08:00 fóru vit av Glyvrum við Kós móti Ocean Experiences í Klaksvík, har Gunnar Kallsberg tók ímóti okkum. Tá allir vóru komnir í drakt og bjargingarvest, silgdu vit norður gjøgnum Kallsoyarfjørð, har steðga var hjá Kópakonuni í Mikladali. Síðani gekk leiðin norður um Kunoyarnakk og Enniberg í allar fagrasta veðri. Silgt varð framvið Viðareiði og Viðvík og Gáshøvda og haðani eysturum til Eystfelli, áðrenn vit løgdu at landi í Hattarvík. Allir fóru uppá Land og gingið bleiv so til Kirkju, har Amalia í Kalalon borðreiddi við frálíkari súpan og smyrjibreyð. Kl. 13:30 kom Gunnar aftur eftir okkum á lendingini á Kirkju og silgdi okkum eysturum til Svínaoyarvík, har allir aftur gjørdu landgongd. Í Svínoy gingu vit runt í uml. 1 tíma og vitja millum annað Dropan, Kirkjuna, FIFA-vøllin, ymsu býlingarnar í bygdini og svimjingarhylin. Kl. 14:45 Vóru allir aftur í ribbátinum og leiðin lá á heimferðini framvið Høvdan á Svínoy, Næraberg og Borðoyarnes á Viðoynni og haðani norður gjøgnum Leirvíksfjørð og inn á Klaksvík kl. 16:00.
Ein framúr góður túrur í allar fagrasta veðri.
TN Bygging ynskir at takka Ocean Experiences við Gunnari Kallsberg fyri ein sera vælskipaðan túr, og vilja geva Ocean Experiences okkara heitastu viðmælir.