26. jun. 2023
Starvsfólkatúrur í Tindhólmi.
Í dýrdarveðri og við kønum og staðkendum ferðaleiðara høvdu starvsfólkini hjá TN Bygging ein sera góðan starvsfólkadag í Tindhólmi 26 juni 2023.
Ferðaleiðari var Jørgen Niclasen, og eins og í sínum politiska arbeiði vísti hann serligt hegni sum skipari og ferðaleiðari. Stjórin í TN Bygging, Torben Nielsen og Jørgen Niclasen kennast annars væl sum skúlafelagar á studentaskúlanum í Hoydølum, sum teir eisini fingu høvi at umrøða á túrinum.
Semja var um at betri túr ber ikki til at gera - í allari verðini - enn júst henda túrin vit gjørdu í Tindhólm í dýrdarveðri. Njótið nakrar av góðu myndunum vit tóku á túrinum.