Jørgen og Beinir útlærdir timburmenn.
Hálvan august 2024 vóru Jørgen Nielsen og Beinir Nolsøe útlærdir sum timburmenn hjá TN Bygging har teir hava lært seinastu fýra árini.
"At nýta fýra ár av lívinum at læra eitt handverk krevur at tú velur rætta arbeiðsplássið, og tað havi eg gjørt" sigur Beinur Nolsøe, sum júst er útlærdur timburmaður í TN Bygging. "Hesi fýra árini hava gingið ógvuliga skjótt, og við so nógvum dugnaligum og vitandi handverkarum í fyritøkuni havi eg lært ógvuliga nógv hesini árini. Hetta er vitan og lærdómur í verki, sum eg veit at eg komi at brúka restina av lívinum. Mær dámar sera væl at arbeiða sum handverkari, og eri glaður fyri at sleppa at halda fram at arbeiða hjá TN Bygging eftir at lærutíðin var lokin", sigur Beinir Nolsøe.
Jørgen Nielsen leggur afturat "hvussu spennandi tað hevur verið at arbeitt hesa tíðina, meðan teir hava lært. Tað hevur alstóran týdning tá tú ert ungur at tú fært alt at passa saman, at tú kanst arbeiða og samstundis fylgja tínum dreymum á tí ítróttarliga avriksøkinum". Og júst hetta at tey flestu ungu, sum læra í dag eisini eru ógvuliga aktiv í ítróttar- og frítíðarlívi annars hava teir báðir notið gott av í lærutíðini.
"Um TN Bygging ikki var eitt so lagaligt arbeiðspláss, ið gav rúmd fyri frávikum tá vit báðir skuldu venja, spæla dyst ella skuldu á ferð við U21 landsliðinum í fótbólti, so hevðii tað slett ikki borið til" sigur Jørgen Nielsen, og tað framgongur tíðiliga at teir báðir halda at júst hetta er ein góður fyrimunur við at arbeiða hjá TN Bygging.
Torben Nielsen stjóri sigur um teir báðar nýggju handverkarnar: "teir eru báðir sera lærunemmir, hava viljan at seta seg inn í tað nýggja, og eru ikki bangnir fyri at taka fatt, tá eitt tak skal takast. Teir hava sanniliga verið ein fongur fyri TN Bygging" sigur Torben NIelsen at enda.
Vit ynskja Jørgen Nielsen og Beinir Nolsøe hjartaliga tillukku við útbúgvingini.