18. nov. 2024
Væleydnaður starvsfólkatúrur í Edinburg.
Í døgunum 14-18 november 2024 tóku vit okkum frí frá arbeiði og fóru á starvsfólkatúr til Edinburg í Skotlandi. "Hetta er nakað, sum vit gera við jøvnum millumbili" sigur Torben Nielsen, stjóri í TN Bygging.
"At hava eitt væl samansjóðað starvsfólkalið er altavgerandi í dag nú kappingin er harnað so mikið nógv og størri og størri krøv verða sett til dygdina á hvørjari byggiuppgávu" sigur Torben Nielsen stjóri í TN Bygging og leggur afturat: "tað er eisini tí vit við jøvnum millumbilum taka nakrar dagar burturúr til starvsfólkamenning, og oftani fara ein túr burturfrá, so vit kunnu hugsavna okkum um uppgávuna".