Búmerkið hjá felagnum
13. jun. 2024

18 nýggjar íbúðir avhandaðar til Bústaðir.

Í góðveðrinum 13. juni 2024 vóru 18 íbúðir í Fuglafirði avhandaðar til Bústaðir. Vit eru sera væl nøgd við íbúðirnar segði Marjun Weihe virkandi stjóri á Bústaðir, og serliga at tað hevur gingið so skjótt at fáa tær bygdar, samstundis sum hon staðfesti at bæði kostnaður og tíðarætlan hildu.

Tað var annars tann  9 oktober 2023 at byrjað var við at asfaltera rundan um sokkulin, áðrenn bygningurin bleiv settur upp. Longu dagin eftir komu fyrstu elementini á byggiplássið og bert ein mánað seinni ella 10 november 2023 stóð allur bygningurin uppi og tekjan var komin á.

Síðan hevur verið arbeitt innandura allan veturin og nú var alt liðugt og bygningurin avhendaður byggiharranum tann 13 juni 2024.

Hetta gevur eina byggitíð uppá bert 8 mánaðir. Heðin Poulsen, verkætlanarleiðari sigur: " vit hava lagt okkum eftir í øllum lutum niður í minstu detalju at lagt til rættis í hesi ætlan, og kunnu í dag staðfesta, at tað hevur gingið betur enn vit høvdu ætlað og enntá torað at vóna. Vit eru tí fegnir í dag, og gleðast um at byggiharrin er væl nøgdur við framda verkið".