Skift tekju á harðbalnum plássi.
Tá tekjan skuldi tryggjast og skiftast á virkisbygninginum hjá HVS fyritøkuni Sp/f Signar Kallsberg á Viðareiði, sluppu vit veruliga at royna okkum við at tryggja tekjuna á einum stórum virkisbygningi á veðurútsettum plássi.
Dygst niðri á bakkanum út móti opnum havi eystureftir, stendur virkisbygningur hjá HVS fyritøkuni Sp/f Signar Kallsberg á Viðareiði. Hesin virkisbygningur rúmar millum annað brandstøð og annnað hjá Viðareiðis kommunu, umframt at HVS fyritøkan nýtir hann til egið virksemi.
Hetta virksemi hjá Sp/f Signar Kallsberg er víðkað nógv seinastu árini, og røkkur HVS fyritøkan nú kring allar Føroyar við loysnum sínum, har eitt nú Clima Shop Føroyar, sum Signar Kallsberg stendur fyri, veitir nógvar hitaloysnir til kundar kring alt landið. Eisini veitir fyritøkan størri loysnir til íbúðarbygningar, og eru serkønir á hesum øki.
"Tá vit fingu hesa uppgávu at skifta takið og tryggja tað best møguligt móti tí harðbalna veðri, ið mangan er á hesum veðurútsetta plássi, var hetta ein sera spennandi uppgáva hjá okkum at fara í holt við", sigur Torben Nielsen, stjóri á Sp/f TN Bygging.
"Tað kravdi serligar loysnir, ið ikki er vanligt at brúka í meginøkinum í Føroyum, har veðrið háttar sær betri. Betri og fleiri festingar enn vanligt var ein partur av loysnini saman við eyka styrkingar av yvirtromini innvendiga", leggur Torben Nielsen afturat, og heldur hann at hetta var ein góð loysn, hóast hann ásannar, at vit ongantíð kunnu tryggja okkum 100% móti vindi og veðri annars, tí tað er so nógv óvæntað sum kann henda á hesum øki tá ein býr í Føroyum.
Signar Kallsberg, stjóri í Sp/f Signar Kallsberg er væl nøgdur við arbeiðið, sum Sp/f TN Bygging hevur gjørt fyri teir. "Hetta er ein heilt annar bygningur at koma inn í nú, og vit hoyra nógv minni til veður og vind tá harðast leikar á uttanfyri, so vit eru glaðir fyri at vit fingu hetta gjørt nú" sigur Signar at enda.