Búmerkið hjá felagnum
13. feb. 2025

Radiobúðin skiftir útsjónd.

Ein av mest sjónligu handilsbygningunum í Runavíkar kommunu er munandi dagførdur og hevur fingið nýggja útsjónd.

"Tá vit skuldu skifta klædning og vindeygu á stóra handilsbygningi okkara, so var tað nátúrligt fyri okkum at fara beinleiðis til TN Bygging at biðja teir um at gera hetta arbeiði fyri okkum", hetta sigur Trúgvi Joensen, stjóri og eigari av P/f Radiobúðin, sum er ein at vinnu- og handilsfyritøkunum í Runavíkar kommunu.

"Vit vóru væl nøgd til tilboðið frá TN Bygging uppá at gera arbeiðið, og tá vit høvdu royndir við teimum frá fleiri øðrum arbeiðum, sum teir hava gjørt fyri okkum frammanundan, tóku vit av tilboði teirra", sigur Trúgvi Joensen, stjóri, og leggur afturat, "at nú arbeiði er lokið til ásetta tíð og treytir, so eru vit sera væl nøgd við tað arbeiðið, ið er gjørt".

"Arbeiðið hjá okkum hevur verið at taka gamla klædningin og vindeyguni niður og burturbeina tey, at seta nýggju vindeyguni í og klæða hann av nýggjum", sigur Torben Nielsen, stjóri í Sp/f TN Bygging, og fegnast um "at arbeiðið gekk so væl og skjótt, so tað var til minst møguligam ampa fyri Radoibúðina, og allar teir mongu kundar, sum dagliga vitja henda stóra og snotuliga handil í hjartanum av Runavíkar kommunu".

Fleiri myndir.