Niels Weihe 25 ára starvsdag hjá TN Bygging.
Tað var sannur hátíðardagur tá Niels Weihe fekk handa blómutyssi og málning í samband við 25 ára starvsdag sín hjá TN Bygging.
Tað var at sannur hátíðardagur tá Niels Weihe úr Lamba kundi hátíðarhalda sín 25 ára starvsdag hjá Sp/f TN Bygging á Glyvrum. Niels byrjaði at arbeiða hjá TN Bygging í mai 2000 og hevur sostatt arbeitt 25 ár hjá TN Bygging.
Á stuttari samkomu og hátíðarhaldi áðrenn vanliga arbeiðstíð fríggjadagin 20.06.2025 nýttu tey á TN Bygging høvi til at markera henda stóra dagin. Í hesum sambandi segði stovnarin og stjórin í TN Bygging, Torben Nielsen nøkur orð.
Tað var ein fegin stjóri hjá TN Bygging Toben Nielsen, sum helt røðu og segði at hann var errin av at hava havt ein so góðan húsasmið sum Niels í Lamba í arbeiði hjá TN Bygging øll hesi mongu ár. Torben helt "at raskari, meira álítandi og ídnari mann enn Niels, skuldi leitast leingi eftir, og lat sera væl at samstarvinum teirra millum, og millum handverkarnar annars".
"Tá ein hevur verið so leingi á sama arbeiðsplássi, so er hetta tekin um at ein trívist væl, og at samstarvið er gott. Niels er sera góður at samstarva við, tí hann tekur bara fatt, ornar fyri og gevst ikki fyri enn uppgávan er loyst. Og ongantíð velur hann at leypa uppum, har garðurin er lægstur, nei um Niels kann ein veruliga hesi orð, at tað er er vert at gera, tað er eisini vert at gera orduligt", segði Torben Nielsen millum annað um Niels.
"Tað gav at býta, tá eg einaferð segði at Niels skuldi taka sær av einum ávísum arbeiði, tá segði tann sum hevði eftirlitið við hesum arbeiði, at so nýttist honum ikki at koma at hyggja, fyrr enn arbeiðið var lokið, so gott álit hevði hesin eftirlitsmaður á tí arbeiði, sum Niels hevði ábyrgdina av", segði Torben at enda.
Torben Nielsen, stjóri handaði síðan verkleiðaranum Niels Weihe blómutyssi og málning, sum Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen, listakvinna hevur málað. Sp/f TN Bygging takkar Niels fyri drúgva og góða tænastu við ynski um blíðan byr í komandi tíð.